Stovnandi aðalfundur hjá stuðlafelagnum hjá Heilbrigdi

Lesarin skrivar >>

Fundurin verður hóskvøldið 9. februar kl. 19.00 í Listaskálanum, Gundadalsvegur 9 í Tórshavn.

Umframt sjálvan aðalfundin verður áhugaverdur fyrilestur um tað góða lívið, sum Niclas Heri Jákupsson heldur. Høvi verður eisini at síggja Listaskálan og fáa frágreiðing um listina frá kønum fólki.

Høvuðsendamálið hjá felagnum er at stuðla undir familjum hjá rúsevnismisnýtarum sum hava verið í viðgerð, so tey kunnu koma víðari við lívinum. Hetta verður gjørt við fyrilestrum, útferðum, veitslum og øðrum áhugaverdum tiltøkum sum limirnar ynskja.

Eisini er ætlanin, at felagið skal taka lut í tí almenna tjakinum um rúsevnismisnýtslu.

Tilboðini sum verða bjóðað rúsevnismisnýtarum í dag, varpa ljós á sjálvan misnýtaran og hjálpir viðkomandi.

Eftirviðgerðin kann fara fram í AA-felagskapinum og tann avvarðandi kann fáa hjálp í øðrum 12 stiga felagsskapum. Felags fyri allar 12 stiga bólkar er, at teir varpa ljós á tann einstaka.

Familjan verður oftani gloymd og sleppur ikki uppí part. Tað er ein sannroynd, at tað er ikki nokk bert at hjálpa rúsevnismisnýtaranum, familjan má eisini hava hjálp, um misnýtarin áhaldandi skal verða rúsfríur.

Heilbrigdi hevur fyri langari tíð síðani ásannað, at okkurt má gerast fyri tey avvarðandi. Tá íð tað sýnist sum um, at tað ikki er politiskur vilji til at hjálpa hesum fólkum, er stig tikið til hetta áhugafelag.

Áhugafelagið kann vónandi hjálpa nakað um støðuna og kann verða við til at varpa ljós á trupulleikar og loysnir.

Hetta er sostatt eitt felag fyri øllum sum hava áhuga í rúsevnistrupulleikum, fakliga, sum misnýtari, sum avvarðandi og sum rúsfríur misnýtari, ja snøgt sagt øll.

Á www.heilbrigdi.fo ber til at síggja uppskot til viðtøkurnar fyri felagið og innbjóðingina til aðalfundin. Eisini ber til at tekna seg til stovnandi aðalfundin ella sum lim á www.heilbrigdi.fo. Tað er ikki neyðugt at tekna seg til aðalfundin, men tað hjálpir okkum við fyrireikingunum, um vit hava eina ábending um hvussu nógv koma. Vit eru eisini at finna á Facebook stuðlafelagið hjá Heilbrigdinum.

Møti fjølment.

Stigtakararnir


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 02/02/2012, 20:08

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum