Nú sunnudagin eru júst 10 ár liðin, síðan Suðuroyarkórið hevði fyrstu venjing sína. Í hesum sambandi luttekur kórið á møti í Betania í Porkeri, sunnukvøldið kl. 19. Fyrsta venjingin var í Betania í Porkeri tann 5. februar í 2002, og vóru 17 fólk til hesa venjing. Tað var John í Skemmuni í Porkeri, ið tók stig til at stovna kórið, og hevur hann verið kórleiðari síðan tá. Fyrstu sangirnir, ið kórið sang, vóru: ”Mín hirði góður”, ”Tørvandi náði” og ”Kanaansland”. Fyrstu ferð kórið sang alment, var til møti í Bethel í Vági, skírisdag, tann 28. mars sama ár. Síðan luttók kórið eisini á samfelagsmøtunum í skúlahøllini í Hvalba tann 31. mars og 1. apríl. Á samfelagsfundunum í Vági á hvítusunnu sama ár, sang kórið saman við Ebenezerekórinum. Síðan tá hevur kórið sungið til nógv møtir og tiltøk í Suðuroynni. Kórið hevur eisini havt sangtiltøk í Roynhøllini í Hvalba, skúlahøllini á Tvøroyri, Skúladeplinum í Hovi, í Porkeris skúla, í VB høllini í Vági og í bygdarhúsinum í Sumba. Eisini hevur kórið verið fleiri túrar norðanfjørðs, har sungið hevur verið í ymiskum samkomum, eins og kórið hevur verið við í felagskóri á samfelagsfundum í Havnini nakrar ferðir. Sangstílurin hjá Suðuroyarkórinum er fjølbroyttur. Fleiri av sangunum verða sungnir saman við solorøddum. Flestu sangirnir verða sungnir saman við klaveri og bassguitari. Onkur einstakur sangur verður sungin uttan ljóðføri. Í dag eru uml. 30 fólk í kórinum, sum koma úr teimum ymisku brøðrasamkomunum í oynni. Vant verður hvørt mánakvøld. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|