|
_________________ Ongi |
Svimjiskúli Fřroya á ráđstevnu í Noregi |

Pálin Olsen, Rúni Gaardbo og Jórun Eið á ráðstevnu í Noregi
Svimjisambandið: Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya.
"Nordic Conference in Elementary Swimming Teaching" er árlig ráðstevna um grundleggjandi svimjifrálæru, sum í nú 10 ár hevur verið fyriskipað á skift í ymiskum Norðanlondum, við svimjisambandinum í vertslandinum og "Nordic Education Group" sum samskiparar. Málbólkurin er svimjivenjarar og lærarar sum fáast við grundleggjandi svimjifrálæru og lívbjarging, har innihaldið í ár til dømis var spurningurin um nýtslu av flótiamboðum í svimjiundirvísing, og frálæra til børn við breki. Ráðstevnan vendir sær móti einum altjóða skara, og allir fyrilestrar verða hildnir á enskum.
Í 2008 var ráðstevnan í Selfossi í Íslandi, við Jórun Eið sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Í ár vóru luttakararnir Rúni Gaardbo og Pálin Olsen, sum eru skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, umframt Jórun Eið, ið sum starvsnevnarlimur í Svimjisambandi Føroya samskipar Svimjiskúla Føroya. Svimjisambandið hevur í 2012 átikið seg at hava hesa ráðstevnu í Føroyum. Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum í Tórshavn tann 20. til 22. apríl 2012, ætlandi verða omanfyri 100 luttakarar á hesi ráðstevnu.
Svimjiskúli Føroya er samstarv millum Mentamálaráðið og Svimjisamband Føroya, at fáa til vega skeiðstilboð til svimjilærarar og venjarar í føroyskum fólkaskúlum og svimjifeløgum. Í løtuni kann Svimjiskúlin bjóða skeið í vatntilvenjing og svimjigreinunum, umframt at fólk gjøgnum skipanina kunnu fáa lívbjargingarprógv. Ætlanin er seinni at víðka um Svimjiskúlan, við frálæru eisini í venjingarlæru og líknandi, so hvørt sum orka verður til tess.
Les meira á www.svimjiskulin.com og www.neg2012.com
Stjóri til nýggjan vitanarstovn
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum
Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur
Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi
Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn leygardagin 20. mars
1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu
Vćlverukvřld á 62şN airport hotel
Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt
Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu
100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ
Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar