Dáttligt kom tað á, tá tað frættist sunnudagin, at Joen Pauli hevði lagt árarnar inn. Tær árar, sum hann so dúgliga hevði brúkt til tað síðsta. Joen Pauli hevði júst fylt 72 ár, nú hann fór um sýn. Hann hevur verið nakað merktur av sjúku tað seinastu tíðina, men fyri bert nøkrum vikum síðan hevði hann fingið góð boð. Hann var so himmalska glaður um hesi boð, og hevði bjartar vónir um framtíðina. Joen Pauli var føddur í Miðvági í 1939. Har vaks hann upp. Sum ungur hevði hann ymisk fyrifallandi arbeiði á landi, ofta saman við pápa sínum Edvardi. Teir vóru saman í Borgshavn nøkur summur. Joen Pauli sigldi eisini nøkur tíðarskeið seinni í lívinum, m.a. við W.U. Hammershaimb og Giljanesi. Joen Pauli hevði sera gott handalag, tí var tað natúrligt, at hann fór í smiðjulæru hjá Steingrim. Tá Joen Pauli var komin til mans, fór hann til Danmarkar at lesa til maskinverkfrøðing. Heimafturkomin fekk hann arbeiði á teknistovuni hjá J.K. Joensen í Miðvági. Joen Pauli var undangongumaður á sínum øki. Hann hevur verið við til at menna nógvar maskinur til vinnulívið. Tá svartkjaftavinnan byrjaði, var Joen Pauli við til at útvikla og betra um fabrikkina á Giljanesi og fleiri øðrum skipum. Joen Pauli hevur eisini verið við til at menna maskinurnar á Teymavirkinum í Runavík. Eitt gott dømi um, hvussu hegnigur Joen Pauli var, eru hús hansara, Tey fyrstu av sínum slag í bygdini, sum hann hevur teknað saman við konu síni Jónrith. Húsini smíðaði hann við hjálp frá pápabeiggjanum Palla. Tey standa sum ein prýðiligur varði yvir tey bæði. Joen Pauli sat í kommunustýrinum í Vága kommunu, nú hann doyði. Hann sat fyrstu ferð í kommunustýrinum í Miðvágs kommunu sum varalimur í valskeiðinum frá 1997 til 2000. Á valinum í 2000 var hann valdur, og hevur hann sitið í kommunustýrinum síðan. Hann var borgarstjóri í Miðvágs kommunu valskeiðið frá 2000 til 2003. Joen Pauli var sera nógv avhildin og virdur, bæði sum borgarstjóri og sum kommunustýrislimur. Hann var altíð væl fyrireikaður og nágreiniligur í málsviðgerðum. Hann ynskti altíð málini væl lýst, áðrenn støða var tikin. Sveinastykkini hjá Joen Paula í kommunalpolitikki eru ivaleyst Gamli Skúli í Miðvági, sum var gjørdur til barnagarð og nýggi barnagarðurin “Miðgarður”, har Joen Pauli var formaður í bygginevndini. Joen Paula untist tíverri ikki at vara við, tá “Miðgarður” var tikin alment í nýtslu. Tá lá hann á sjúkrahúsinum. Hann sat eisini í bygginevndini fyri nýggja skúlan á Giljanesi. Stóra hjartamálið hjá Joen Paula var MB. At vinna hesum felag sømdir, stríddist hann hart fyri. Joen Pauli var sjálvur ein av bestu fótbólts leikarunum hjá MB á yngri døgum. Eisini róði hann við áttamannafarinum Miðvingi í fimti- og seksti árunum. Ta tíðina, tá Miðvingurin vann nærum hvørja ferð. Joen Pauli undirvísti nakrar tímar um vikuna í motorlæru í Miðvágs/Sandavágs Skúla. Hann hevði sera gott tak á ungdóminum, og var nógv avhildin sum lærari. Undirtøkan fyri motorlæru var óvanliga stór tey árini. Joen Pauli var ein klókur, róligur, siðiligur og sterkur maður, sum virdi sínar arbeiðsfelagar. Hann var sera góður í ráðum, og nógv avhildin bæði av politikarum og av starvsfólkinum hjá kommununi. Vit minnast hann við virðing og takksemi. Vága kommuna Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|