Kristian Meitil og Eyðfinnur Stefansson vóru báðir konservatorar á Føroya Náttúrugripasavni; teir einastu savnið hevur havt í tey 57 árini, síðani tað varð stovnað. Eitt heilt ættarlið var millum teir, Kristian var 80 ár og Eyðfinnur 52, nú teir andaðust dag um dag. Men teir verða ikki gloymdir. Sporini eftir teir standa á savninum. Tann sera vakra, stóra framsýningin við eftirgjørdum fiskum, allir fiskaðir í føroyskum sjógvi, var lívsverkið hjá Kristiani. Ein søga í tí sambandi var, tá Kristian skuldi eftirgera tann opaliserandi glansin á síðuni á litføgru laksastyrjuni. Kristian fór runt Havnina í allar konufolkahandlarnar og royndi øll sløg av neglalakki við perlumóðir glansi. Hann smurdi eitt slag á hvørja negl. Soleiðis meiggjaður út kom Kristian aftur og samanbar fingraneglirnar við laksastyrjuna. Úrslitið sæst í framsýningini saman við øllum hinum fiskunum, hann hevur gjørt. Aftaná at Kristian kom í starv á Náttúrugripasavninum, kom eitt samstarv í lag við Nordsee Museum í Bremerhaven í Týsklandi, har tann sera dugnaligi konservatorurin Günther Behrmann arbeiddi. Man kom ásamt um, at sendu vit tveir heilar hvalir niður við skipi til Brehmerhaven, fekk savnið tann eina aftur sum beinagrind ókeypis. Ein sera góður sáttmáli fyri bæði søvnini. Kristian skuldi bara seta beinagrindina saman, tá hon kom heim aftur. Beinagrindinar av bæði grindahvali og bóghvítuhvali eru komnar til savnið á hendan hátt, og kom Günther Behrmann sjálvur til Føroya, tá savnið lat hvalaframsýningina upp í Gl. Bókasavnshúsunum á sinni. Eyðfinnur var útbúgvin til konservator áðrenn skúlin varð settur á stovn í Keypmannahavn. Jóhannis Rasmussen setti saman eina útbúgving, ið lutvíst var her heima og lutvíst uttanlands, millum annað eitt ár hjá Günther Behrmann í Brehmerhaven. Sveinastykkið hjá Eyðfinni er láturkópurin, ið børnini spæla við í framsýningini. Seinni fóru Kristian og Eyðfinnur í holt við at fáa eina beinagrind av einum nebbafiski til vega. Ein tann seinasti, ið varð veiddur í Føroyum í 1984, var brúktur til endamálið. Her var smíðað eitt kar á hvalastøðini við Áir, ið passaði í longd til undirkjaftin. Eyðfinnur hevði stóran áhuga í stórhvalaveiðu bæði í Føroyum og restini av Norðurhøvum, og millum annað var hann sendur sum eygleiðari á norskum báti á sildrekaveiðu úr Tromsø og eisini í Baffin Island at seta fylgissveinasendarar á hval. Hvalastøðin við Áir var tann seinasta virkna í Føroyum, og var Eyðfinnur við at taka sýnir av teimum 11 nebbafiskunum, ið vóru drignir upp har í 1980-84. Í 2010 vórðu pengar játtaðir at fyrireika varðveitslu av hvalastøðini við Áir, og her var Eyðfinnur við. Ein filmur varð tikið upp, har Eyðfinnur sigur frá teimum ymsu bygningunum á støðini, og sum tann nágreiniligi maður, Eyðfinnur var, hevur hann fingið sera nógvar staklutir við – ein av teimum mongu varðunum, ið standa eftir Eyðfinn. Her kom eisini tað góða minnið hjá Eyðfinni fram, eitt minni, vit øll nutu gott av. Hvussu ofta hevur tað ikki ljóðað: “Spyr Eyðfinn, hann veit”. Kristian fór frá vegna aldur í 2001, og hansara starv var spart burtur eftir stuttari tíð. Eyðfinnur var síðani einsamallur um alt viðlíkahald, konservatorarbeiði til framsýningarnar, umframt at hann við lív og sál tók lut í merkingini við fylgissveinasendarum av hvali og kópi, og tá sýnir skuldu takast av hvalum. Saknurin er stórur og ringt verður at fylla plássið. Æraði vera minnini um Kristian Meitil og Eyðfinn Stefansson. Starvsfelagarnir á Føroya Náttúrugripasavni Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|