Í seinastu viku samtykti Løgtingið figgjarlógina fyri 2012. Tað, sum gjørdist ein týðandi partur av orðaskiftinum var, at minnilutin hevði hallið niðri á 145 mill, har ið 150 mill skuldu koma frá tilfeingisgjaldi , meðan meirilutin ikki kalkuleraði við tilfeingisgjaldi. Orsøkin til drúgva orðaskiftið var tilfeingisskatturin, sum fekk nógva rúmd. Sjálvsagt eisini tilfeingiskatturin, sum landskassin fekk í 2011. Um einki kemur burturúr samráðingunum, sum skulu verða í Íslandi í februar, eiga vit skjótast til ber at fyrireika vinnuna uppá, hvussu landsstýrið ætlar at tilluta ásetta tonsatalið út á ymsu skipabólkarnar, ella hvussu landsstýrið ætlar at skipa veiðuna í 2012. Veður hugt eftir lønunum í fiskivinnuni, so er sera stórur ójavni komin í. Hetta er hent tvey tey seinastu árini, og her er høvuðsorsøkin helst makrelurin ella pelagiska vinnan. Hesin ójavni er íkomin, tí at tey virðini eru býtt ójavnt. Botnfiskaflotin hevur havt reyð tøl á botnlinjuni í fleiri ár, meðan aðrir skipabólkar skúma fløtan. Einki galið í tí, men alt er relativt. Spurningurin er tó ikki so einfaldur. Tað grundleggjandi er, at vit tryggja, at makrelurin og annar uppisjóvarfiskur gagnar samfelagnum sum best frameftir. Tað verður neyðugt at gera grundleggjandi broytingar í fiskivinnuni. Skal botnfiskaflotin verða ein natúrligur partur av hesum tilfeingi? Tað er okkurt, sum bendir á, at uppisjóvarfiskasløgini hava eina lívfrøðiliga ávirkan á botnfiskastovnin. Um tað er ein av fleiri orsøkum til, at stovnarnir eru so illa fyri, er ikki óhugsandi. Hinvegin verður sagt, at okkara botnfiskafloti er ov stórur. Tí er spurningurin viðkomandi, hvørt uppsjóvarfiskurin skal halda lív í einum ov stórum botnfiskaflota. Ein gongd leið kundi verið, at vit lótu uppisjóvarfisk fyri kvotu aðrastaðni, og á henda hátt minkaðu um trýstið á grunnarnar. Vit hava møguleika og skyldu til at gera eina breiða semju tvørtur um politisk mørk, eina semju, sum politiska skipanin, og ikki minst vinnan kann fyrihalda seg til. Løgmaður hevur gjørt eitt skilagott átak við at seta ein bólk við fólki úr øllum flokkum at viðgera henda spurning. Um vit kundu komið hagar til, at ein breið politisk semja fekst um hetta mál, sluppu vit undan politiskum konfrontatiónum líkum teimum, sum vit seinastu árini hava sæð, tá ið fiskidagarnir skulu ásetast, tá ið hótt hevur verið við at spreingja bæði samgongur og flokkar í luftina. Tíðin er farin frá hesum primitiva politikki. Vit hava møguleikan nú. Skulu vit hava burðadygga vinnu, er fyrsta treyt, at vinnan kennir fortreytirnar. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|