Helgi Abrahamsen vil hava at vita, um somu umhvørviskrøv verða sett nýggjum og gomlum hvalvágum, ella um landsstýrið hevur nakra ætlan um at broyta krøvini, soleiðis at tey verða líka fyri øll. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á, at í langa tíð hevur verið arbeitt við at fáa Skálafjørð góðkendan sum hvalvág, men at fyribils verður góðkenning ikki givin fyrr enn kloakkirnar í bygdini eru umlagdar. ”At krøv verða sett til kloakkviðurskiftini, er væl skiljandi, men tað sum kann undrað viðvíkjandi øllum umhvørviskrøvum her á landi, er, at somu krøv verða ikki sett øllum,” sigur Helgi Abrahamsen. Sum dømi nevnir hann, at strong umhvørviskrøv verða sett nýggjum fyritøkum og virkjum, sum verða sett á stovn, men fyritøkur og virki, sum vóru til, áðrenn umhvørvislógin varð sett í gildi, eru leys av somu treytum. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum hesar spurningar: 1. Hvørji umhvørviskrøv skulu lúkast, fyri at ein fjørður kann verða góðkendur sum hvalvág? 2. Verða somu umhvørviskrøv sett nýggjum og gomlum hvalvágum? 3. Um somu krøv ikki verða sett øllum hvalvágum, hvørjar eru so orsøkirnar til tað? 4. Um somu krøv ikki verða sett øllum hvalvágum, hevur landsstýrið so nakra ítøkiliga ætlan um at líkastilla krøvini, ið verða sett hvalvágum? Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|