Nógv er at minnast aftur á, eftir at dagarnir hjá góða vinmanni og skyldmanni mínum, Tórsteini hjá Grækarisi, vóru taldir - og teir vóru nógvir í tali. Hann bleiv 93 ára gamal. Gott hevði hann í at bregða - pápi hansara, Grækaris bleiv 92 ár. Tá hugsað verður umTórstein, var hann av alra raskastu monnum og eitt arbeiðsgrev burturav, ið nýtti hvørja løtu av langa lívi sínum til at fáa nakað á skafti. Tíðliga fór hann til skips og sigldi í nøkur ár við sluppum og seinni við trolarum. Hann sigldi við Norðbúgvanum, har Hans Pauli Johannesen í Hvannasundi var skipari, øll krígsárini. Tá teir nýggju trolararnir, Nólsoyarpáll og Jóannes Patursson komu, var Tórstein sjálvskrivaður sum ein av manningini. Hann varð verandi við Jóannesi Patursson øll árini, til Kjølbro keypti trolaran í 1950/51, og bæði Hans Pauli og Tórstein fylgdu við norður til Klaksvíkar. Seinni tá norðoyingar fóru at manna Jóannes Patursson mestsum burturav, fóru Tórstein og eldri bróðir hansara, Arngrím, ið eins væl og Tórstein, var tikin úr leikum, at leita sær aðrar leiðir. - Tá var Grønlands-útróðurin byrjaður av álvara. - Arngrímur og Tórstein lótu sær smiðja ein stóran seksæring, og við honum troyttu teir útróðrarmiðini í Grønlandi í mong ár og fingu sera væl burturúr - so dugnaligir og ágrýtnir teir vóru. Teirra partur lá so avgjørt ikki eftir! Tórstein var trúgvur kirkjugangari. Hvønn sunnu- og halgidag sat hann í sínum sessi mannfólkamegin. Hann hevði eisini verið deknur í mong ár. Vit báðir Tórstein, Tummas bróðir, Jákup svágur og pápi, Hanus í Kollinum, ið var trímenningur Grækaris - pápa Tórstein - vóru nábúgvar og grannar. Vit hittust so at siga hvønn dag og vardu hvør av øðrum. Tøkk fyri tær mongu hugnaligu løturnar, vit høvdu saman í Kvívík. Tær ríka minnini og verða ikki gloymdar. Nógvir dagar eru lidnir, síðan vit búleikaðust handaru megin Toftaránna. Nú er eingin eftir av teimum. Forgeingiligleikin stendur við. Hesin vakri og prúði maður er nú farin, mettur av døgum, heim til síni. Góða Mimmi og børn tykkara. Minnini góð eiga tit. Hvíl í friði, góði Tórstein. Ívar Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|