Blaðið Trúboðin hevur nú við ársskiftið skift ham, og harumframt eru fleiri nýggir og spennandi tættir í blaðnum. Fyrsta blaðið í ár er komið út í dag, 11. januar. Blaðið hevur broytt layout; skrifttýpur, yvirskriftir, litir og uppsetingin sum heild er broytt. Hetta er gjørt, tí tað verður hildið neyðugt at gera eitt meiri spennandi og lættari layout fyri at møta dagsins lesarum og fyri at gera blaðið meir spennandi at blaða og lesa í. Eisini innihaldsliga eru broytingar gjørdar. Teir flestu av tættunum, sum hava verið í Trúboðanum, halda fram. Millum annað samrøður við ymiskar persónar, frásagnir frá tiltøkum, uttanlandstíðindi og vitnisburðar. Tað vera tó eisini nakrir nýggir tættir í blaðnum. Eitt av økjunum, ið er raðfest munandi hægri, er ungdómsparturin í blaðnum. Frá nú av eru tað tríggir bólkar av ungum, ið skiftast at skriva ungdómssíðurnar. Hesar síðurnar fara eisini at fylla meiri í blaðnum, enn tær hava gjørt áður. Og sum nakað heilt spennandi, verður skemt á ungdómssíðunum. Uppsetingin til ungdómssíðuna er ungdómslig og brýtur frá restini av blaðnum. Ein spildurnýggjur teigur í blaðnum er ‘Innkast’, har fýra fólk skiftast at siga sína meining ella hugleiða um ymisk viðkomandi viðurskifti. Ein annar nýggjur teigur er frálæra. Byrjað verður í hesum blaðnum við eini undirvísingarrøð um ápostólsku trúarjáttanina. Annars vera eisini teigar sum bóka-, fløgu- og filmsummæli og spurnarkassi í blaðnum. Ein onnur broyting er, at Trúboðin fer at bera nógv fleiri tíðindi um, hvat hendir kring um okkara land innan tað andliga økið, serliga innan missión og kirkju. Sum heilt verður Trúboðin eitt meir spennandi og lættari blað. Trúboðin er blaðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og kom út á fyrsta sinni í 1943. Umframt at hava trúfastar haldarar, verður blaðið eisini selt á sølustøðum kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|