TVAZZ við nýggjum leiki

Framsýningar >>

TVAZZ er nú farin undir 4. leikverk sítt, síðani bólkurin varð stovnaður í 2006. Hesa ferð fer TVAZZ inn í eina rannsókn av, hvat óndskapur er. Eitt evni, sum ikki verður tosað serliga nógv um. Eitt evni, vit helst skáka okkum undan.

Nú vil Tvazz bróta ísin. Uttan at koma við morali, greiðum boðskapi, peikifingri, loysn ella svari, men heldur við at seta einfaldar spurningar so sum: Er óndskapur ein viðføddur eginleiki? Um ikki? Hvat fremur so óndskap og óndar gerðir?

Við eini rammusøgu úr eini skakandi hending úr Onglandi fara vit inn í Tey óndu. Soleiðis eitur leikurin, sum svenski dramatikarin Niklas Rådstrøm skrivaði í 2004.

Formurin í Tey óndu er sum klassiskur grikskur sorgarleikur við kóri, sum viðmerkir, undrar, spyr, hugleiðir um hendingarnar, sum fara fram. Tey óndu er sum ein grikskur sorgarleikur við einum nútímans twisti.

Tvazz hevur við leikum so sum Køksdrotningarnar (2006), Fundamentalisturin (2007-08) og 4.48 Psykosa (2009) sett sær fyri at taka “tung” evni upp til viðgerðar og harvið skapa eitt kjakrúm fyri nútímans leiklist. Tvazz hevur flutt mørk, bæði hvat viðvíkur evnisvali, áskoðarafjøld og formi.

Útlendsk og føroysk leiklistafólk
Ein aðalsetningur hjá TVAZZ er at blæsa frískar streymar inn í føroyska leiklist. Tí leggur Tvazz dent á at samstarva við listafólk uttaneftir. Tað verið seg útlendingar ella føroyskir listaútisetar, sum hava útbúgving og drúgvar royndir uttanlanda.

Tvazz hevur m.a. havt leikstórar og pallsniðgevar úr Íslandi, Svøríki, Danmark og Týsklandi. Tað hevur víst seg at rigga væl. Útlendsku gestirnir dáma sera væl at koma hendanvegin og lata væl at tí serliga og tætta sambandinum, sum eitt lítið samfelag gevur. Fleiri vilja koma aftur hendanvegin

Við í verkætlanini Tey óndu eru hesa ferð svenska Petra Berg Holbek, leikstjóri. Petra leikstjórnaði eisini leikin Fundamentalisturin. Harumframt eru danska Tine Gotthelf, sjónleikari við, føroysku Egil Barclay Høgenni Hansen, ljós - og rúmsniðgevi, umframt Kjartan Hansen, sjónleikari, sum saman við Gunnvá Zachariasen, herbúgvandi sjónleikara fortelja hesa søgu.

Dokumentarfilmur um listarligu tilgongdina
Umframt sjálva leikuppsetanina av Tey óndu, er Tvazz farið í samstarv við Kringvarp Føroya, sum ger ein film um teirru listarligu tilgongdini av hesum leikverki. Fylgt verður tætt við undir venjing frá tí allar fyrstu lesiroyndini til farið verður út á gólv fyrstu ferð og heilt fram til frumsýningin verður. Filmurin verður vístur, tá sýningar eru liðnar sýndar í februar.

Leikurin Tey óndu verður framførdur á Tjóðpalli Føroya frá 14. Januar 2012. Bert í stutta tíð.

Faktaboks um TVAZZ:

Uppsetingar:
2006: Køksdrotningarnar eftir punkdramatikaran Werner Schwab
2007: Fundamentalisturin eftir finska Jhøvundan uha Jokela
2008: Tvazz framførur Fundamentalistin á Tampere Theatre Festival, Finlandi
        Juha Jokela vinnur norðurlendsku dramatikarar virðislønina fyri Fundamentalistin.
2009:   4.48 Psykosa eftir Sarah Kane
2011:   Tey óndu eftir Niklas Rådström

Visjónin:
TVAZZ er eitt felag har listafólk innan visuella list hittast, t.e. sjónleikur, dansur, video, myndlist, sniðgeving (pallur, ljós, ljóð, grafikkur, búnar  o.a), foto, installasjón, performance, tónleikur – ja, snøgt sagt alt, sum kann síggjast á palli.

TVAZZ er eitt netverk og eitt forum, har listafólk hittast til sparring, verkætlanir og viðmerkingar, kjak og íblástur, til spæl og leik, til stuðul og stimbur hjá hvørjum øðrum og øðrum og ørum.

TVAZZ er sprottið úr sjónleikaumhvørvinum, tí verður tað fyrst og fremst sjónleikur, sum verður vørumerkið hjá TVAZZ.

TVAZZ er ein livandi eind, sum  er í støðugari menning og tí verður merkt og mýkt av teimum einstøku listafólkunum, sum eru við.  Endamálið er at gera verkætlanir - leikir, framførslur, framsýningar, konsertir – á høgum listarligum støði. Heimstaðið er Føroyar, men samstarvið verður við allan heimin. At knýta bond og skapa møguleika fyri millumtjóða samstarvið. At bjóða listafólki uttaneftir higar og at fáa føroyskar “lista-útisetar” aftur hendanvegin og sjálvsagt at spæla saman við teimum , sum eru her frammanundan.

TVAZZ er átrúnaðarliga og politiskt óheft.

That's Tvazz! ;-)


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 13/12/2011, 21:13

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum