|
_________________
- saman við Reyða Krossi Føroya Vikuskifti á Copenhagen Towers hotel
Kom og gist á spildurnýggja 4* Crowne Plaza Copenhagen Towers hotel, sum liggur bert 5 minuttir frá Kastrup Lufthavn og 12 minuttir frá miðbýnum í Keypmannahavn Fonn Flog hevur nú í fleiri ár fylgt gongdini hvørji støð, okkum føroyingum dámar væl at ferðast til Mátingarnar millum Trøllhøvda og Hestoynna vísa, at í mátitíðarskeiðinum, sum var frá 10. juli til 14. septembur, var harðasta rákið har umleið 6.5 knob Skopunarfjřrđur er betur blandađur Hitin við Skopun broytist javnari (meiri líðandi) enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi |
Tvey nýggj fiskaslřg |
Havstovan: Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki fyrr hava verið sædd í føroyskum sjógvi. Tá ið umstøðurnar eru so hepnar at Havstovan fær hendur á slíkum fiskasløgum, verða tey skrásett at vera fingin her.
Í september 2009 blivu tvey nýggj fiskasløg fingin undir Føroyum og tey eru hattonbrosma og glæmufiskur, sí nærri um hesi bæði sløgini niðari. Við hesum báðum er talið av skrásettum fiskasløgum undir Føroyum nú oman fyri 240.
Sum nevnt hendir seg av og á at nýggj sløg koma undan kavi og ein kann spyrja hví tað er so. Orsøkin er neyvan eintýðug, men hitabroytingin kundi verið ein av orsøkunum, tí sjógvurin við Føroyar er hitnaður umleið 1˚C seinastu árini, og tað ger ivaleyst, at onkur fiskasløg sum livað sunnanfyri okkum, hava lyndi at flyta seg norðuryvir. Men broytingar hava altíð verið í náttúruni og orsøkirnar til at nýggj fiskasløg eru at síggja kunnu vera fleiri, eitt nú at skipini eru fleiri og størri, tey fiska effektivari, tey royna á leiðum har fyrr lítil ella eingin roynd var.
Ein orsøk er so at fiskimenn eru kanska meira tilvitaðir um nýggj fiskasløg nú, og eisini hava betri umstøður, og at teir tí taka meira hond um tey nýggju fiskasløgini og fáa tey til Havstovuna. Hví akkurát hesi bæði sløgini nú vórðu veidd her er ikki gjørligt at vita nakað um við vissu, men gitast kann so út frá m.a. omanfyri nevnda, ja, ella onkrum heilt øðrum.
Glæmufiskur (Polymetme corythaeola). (Alcock, 1898).
Havrannsóknarskipið Magnus Heinason fekk tann 17. september 2009 ein, her um leiðir, sjáldsaman fisk í trolið norður av Ytrabanka. Trolið bleiv hálað á positión 60˚54’N - 10˚28’V. Dýpið var 608 metrar og hitin við botnin 7,9˚C. Kanningin av hesum fiski vísti, at hetta var ein fiskur við latínska navninum Polymetme corythaeola, sum hoyrir til fiskahópin ’Ljósfiskar’ (Stomiformes). Fiskurin hevur fingið navnið glæmufiskur havandi í huga tey mongu ljósførini hann hevur niðast á síðunum. Hetta fiskaslagið er ikki fingið við Føroyar fyrr, og hann er tí nú skrásettur at vera fingin her. Í Atlantshavinum er hann higartil fingin norður móti Biscayavíkini og Porcupinebanka, ið liggur í ein útsynning úr Írlandi. Glæmufiskur er eisini í Kyrrahavinum. Hann livir á dýpum frá 165 til 800 metrar og verður upp til 26 cm í longd. Hesin, sum Magnus Heinason fekk, var 19 cm og vigaði 27 gramm. Hetta er ikki fiskaslag, sum verður brúkt til matna.
Hattonbrosma (Cataetyx laticeps). Koefod, 1927.
Trolarin Niels Pauli úr Hvalba fekk tann 2. september 2009 eitt fiskaslag, sum manningin ikki rættiliga kendist við. Teir vóru staddir suður av Wyville-Thomsonrygginum, á positión 60˚11’N - 9˚05’V. Dýpið var um 1100 metrar. Hetta er heilt har suðuri í tí føroyska sjóøkinum. Ein av manningini, Jamie Findleton, tók sær av fiskinum, og tá teir komu inn at landa, varð fiskurin latin til Lovisu Luðviksdóttir, ið er prøvatakari hjá Havstovuni í Suðuroy, og hon fekk fiskin til Havnar, á Havstovuna. Á Havstovuni bleiv fiskurin so kannaður, og úrslitið er, at hetta er ein hattonbrosma, á latíni Cataetyx laticeps og hann hoyrir til fiskahópin ’Bendlafiskar’ (Ophidiiformes). Hetta fiskaslagið er ikki fyrr skrásett at vera fingið við Føroyar, men navnið hattonbrosma hevur fiskurin fingið fyrr, tí føroysk skip hava verið varug við hetta fiskaslagið suðuri á Hattonbanka. Annars kann sigast um hattonbrosmu, at hon livir á dýpum frá 500 niður á 2400 metrar, frá Íslandi, Hattonbanka, bretsku oyggjunum og Asoroyggjunum suður til Suðurafrika. Hon er eisini í vestara parti av Miðjarðarhavinum, í Meksikoflógvanum og í hellingunum við New Foundland. Hon verður upp til 85 cm og hendan hjá Niels Paula var 76 cm og vigaði 4195 gramm rund vekt. Hattonbrosma hevur ongan vinnuligan týdning.
Havstovan 6. nov. 2009
Rógvi Mouritsen
biologassistentur
rogvim@hav.fo
Stjóri til nýggjan vitanarstovn
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum
Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur
Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi
Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn leygardagin 20. mars
1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu
Vćlverukvřld á 62şN airport hotel
Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt
Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu
Tá bankatoskurin hvarv í Tangafirđi
Martinus á Ósabakka hevði skyldina. Tað var hann, sum í 1923 við sínum gørnum tipti holið, so toskurin ikki longur kundi svimja í millum Føroyabanka og Tangafjørð
Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki fyrr hava verið sædd í føroyskum sjógvi

Í seinastu vikuni av september 2009 setti rannsóknarskipið Magnus Heinason út nakrar merktar alikalvar á Landgrunninum