Ummæli: Ætlaðu eina diktatoriska valdtøku av tí føroyska samfelagnum

Bøkur >>

Fyrrverandi  framamenn  hava vent sær til mín í sambandi við fyrra part av ummælinum, og eg skal fegin um 60'ini leggja  afturat, at tað er púra rætt, at tað var stórur munur á fanatismuni  hjá teim ymsu reydlingunum, og øll kunnu tí ikki koyrast í tann sama rabiata leypin. Nøkur trúðu fult og fast uppá tað kommunistiska betongríkið, onnur vóru naivir idealistar, meðan nøkur fá bara vóru skeptiskar elti-bløðrur. Spektrið frá teimum mest trúgvandi til teir meira prag-matisku limirnar var øgiliga breitt. Summi søgdu seg  jú, sum fyrr nevnt,  líkafram, vera eitt slag av”javnaðarfólki”. Men tað slepst ikki undan, at tað funnust ekstremt fanatisk framafólk, til dømis Hoydals-hjúnini , sum vóru so ”frelstir og ókritiskir betong-kommunistar”, at tey fleiri ferðir  fóru ”andiligar” pílagrímsferðir til DDR, har tey í ramasta álvara lótu seg vælsigna  og heilavaska av Stasimonnum. Slíkt kann ikki  umskyldast ella eftirrationaliserast bara sløk hálvtrýss ár seinni. Eftirsum  júst hesi hjún vóru allan juni mánaða 1965 á kommunistiskari summar-legu í  DDR, kunnu vit sum eitt søguligt og tankavekjandi kuriosum eisini sláa fast, at elsti sonur teirra Høgni (f. mars 1966) er eitt reint  eysturtýskt produkt!

Annar partur

Sundurlyndi og spenningar í reydlingaliðinum
Tey antiautoriteru óløgini frá ungdómsuppreistrinum dámdi avgjørt ikki teimum ”klassisku” framamonnunum, og teir fingu eina stóra ideologiska avbjóðing, tá ið teir yngru anarkistarnir skolaðu inn í útisetafeløgini fyrst í 70´unum. Eldri reydlingar høvdu verið rættiliga disciplineraðir og hildu seg til reglur og fundarkultur, men fleiri av teimum ungu anarkistisku reydlingunum sabo-teraðu bæði felagslógir og fundarsið; teir leikaðu øgiligt í, fíltust nógv á ta sovjetkommunistisku leiðina og vildu heldur fríggja við maoismu og øðrum ekstremum ideologium. Hetta var eitt undarligt paradoks, tí samstundis søgdu hesir rebelsku unglingarnir seg hata allar autoritetir, og tað bleiv beinleiðis móti hjá teimum  at vera ímóti. Teir gloymdu bara, at  maoisman var nógv meira stalinistisk og autoriter, enn tann sovjetrussiska sameksistenslinjan. Ungir reydlingar høvdu  nógv ”hati-objekt”, líka frá Nixon til Breznjev:  Nógvir vóru móti NATO, teir somu vóru oftast móti EEC (nú EU), og uppaftur aðrir kastaðu, Guði náði okkum, sítt hatur á Studentafelagið, sum teir løgdu undir at vera reaktionert, elitert og avoldað. Framafundir líktust meira og meira vekilsis-møtum. Mitt í tí ideologiska rokinum rýmdi Kjartan Hoydal til Føroya, og um nakað somu tíð gjørdist hansara politiski mót-pólur,  Atli Dam løgmaður.

Undarligir og eksplosivir subkulturar

Tað er ikki  lætt hjá  Pálli Johannesen og hansara javnaldrum at  fata, hvussu ógvisligt og anar-kistiskt tað politiska og sociala útisetalívið bleiv fyrst í 70'unum. Tey, sum ikki upplivdu  tær undirhaldandi excessirnar í Kjøpinhavn, kunnu aldrin heilt forstanda ella erkenna tær. Alt tað spríkjandi turbulenta og tølandi kjøpinhavnska studentaumhvørvið modelleraði hesar menninar. Tá var Kjøpinhavn  ein ógvisligt kókandi pottur av politiskum og socialum  eksperimentum, sum vóru merkt av antiautoriterum ráki og sterkari trongd til ødipala uppgerð við borgarligar normar og etikettu.  Føroyskir rebellar vóru avgjørt ikki serliga originalir, men lótu seg duperað og inspirerað av vulgerum donskum fyrimyndum. Atburðurin hjá flestøllum lesandi føroyingum kann tí bara analyserast í einum slíkum donskum konteksti. Tað er heldur eingin ivi um, at nógvar ”føroyskar” rørslur, fylkingar, klikur, klubbar og basisbólkar aldrin høvdu sæð dagsins ljós, um ikki megin-parturin av  studentafjøldini rann aftaná og hermdi eftir excentriskum idolum í teimum subkulturum, sum tá stórtrivust í  donskum ungdóms- og útbúgvingar-umhvørvi. Tað mesta av hesum eksistentiella og psykodeliska meldri rein slett ikki ordiliga  við heima í Føroyum, fyrr enn fleiri ár seinni sum komisk anakronistisk herðindi, m.a. við onkrum littererum ekshibitionisti og fjákafrelli, sum gjørdi mislukkaðar royndir við at seta seg sjálvan í scenu sum Messias-figur.

Ideologisku præmissurnar
Men flestøll vita kortini, at tann ekstremt løgni skúlin TVIND við heilavaskandi pedagogikki og eksamiuhati kemur í 1970; og sama árið er tað, at Rifbjerg og Reich  spæla raskir á trappuni hjá kulturministaranum við at  roykja hash! Húsahersetingin av Christianiu verður gjørd  av militantum anarkistum  í 1971, tað normleysa  universitetið RUC verður sett á stovn av eksamiuhatarum í 1972, og endiliga fáa vit lógina um  frían abort í 1973 afturvið oljukreppu og massa-arbeiðsloysi. Øll hesi søguligu donsku ýti  seta markant spor hjá tí feska antiautoritera føroyska ættarliðinum.

Hvat og hví peilaðu menn eftir hesum politisku ýtum? Jú, á TVIND skipaði man fyri sonevndari  socialistiskari uppaling við diktatoriskum  konsensusfundum, og man vrakaði vanligan fundar-struktur. Í Christiania búðleikaðust fólk kollektivt, rindaðu næstan ikki rokningar og meldaðu seg annars út úr tí stóra samfelagnum.  Á universitetinum RUC vóru fólk so alternativ, at tann social-demokratiski skilamaðurin, Erling Olsen mátti rýma úr rektorstarvinum longu eftir einum ári. Hann segði, at hann tímdi ikki at spilla sína tíð við at stýra einum ”barnahava”. Tey søguleysu og illa skúlaði ungu vistu ikki, at næstan analog pedagogikk  miseydnaðist hjá Rousseau bara tvær øldir frammanundan.

Hetta er tað absurda og destruktiva samfelagsklimaið, sum útisetaungdómurin skal royna seg í, tá ið Tað føroyska Kvinnufelagið í 1971 noyðist at sleppa teimum inn at beistast í St. Kongensgade í teimum nýkeyptu húsunum, sum vóru ætlaði at hýsa øllum  teimum føroysku feløgunum, umframt einum neutraliserandi føroyskum presti.  Presturin, Petur Andrew Petersen  helt bara út í eitt ár, so fingu tey ungu við reydlingunum á odda kroyst hann á dyr.

Men gerandisdagurin krevur onkra rammu og eitt sindur av strukturi, og anarkistarnir høvdu longu  skipað seg við einum óortodoksum Húsafelag í tí sonevndu Pæsastovu í Skt. Pederstræde og hetta  ”felagið” hevði kollektiva leiðslu, sum teir dragsaðu við sær oman í St. Kongensgade. Eingin for-maður mátti vera, men tann mest sjónski figururin var Hans P. Strøm. Orðstýrara dámdi teimum slett ikki, so fundirnir vóru ofta merktir av kaotiskum málageipi, men bara fólk hildu nóg leingi á, fekst ofta eitt slag av konsensus, tí tey flestu, sum andøvdu, vóru antin avdottin, hoknaði ella rýmd.

Kommunisma smakkaði enn av protest, so nógv Húsafólk lótu seg umvenda til frelstar reydlingar, og tað var ikki óstuttligt at síggja skikkiligar studentar úr føroyskum borgarligum- ella religiøsum umhvørvi  harðmæltar skifta Várharra út við Marx og Mao.  Fyri Atla Dam var tað ein ideologiskur sorgarleikur, at beiggi hansara, Bergur gjørdist ein av teimum frelstu í umhvørvinum, og Atli helt , at ein stórur partur av tí unga útisetaliðinum vóru forførd, vilst ella beinleiðis heilavaskaði. Hesi fólk komu skjótt í hvassa andstøðu bæði til eldri framamenn, men serliga Studentafelagið, sum tey  hildu vera eitt rivaliserandi fínkulturelt forum, so í 1973 herjaðu ungir fusentastar við Klæminti Olsen á odda á Studentafelagið á einum  rokmiklum aðalfundi og fingu Klæmint valdan til formans. Men hann fall longu árið eftir, tá ið sjálvt klassiskir framamenn gjørdu av at stuðla Studenta-felagnum móti tí radikala kollveltingarliðinum. Men hetta førdi til slíka ósemju, at man á sumri ikki kundi semjast um eina studentakabarett, men fekk heilar tvær, eina sonevnda húsakabarett og eina klassiska studentakabarett. Húsafelagið hevði annars nógvar studentalimir, so hurlivasin var fullkomin! Árið eftir kundu menn tó aftur semjast um eina kabarett. Talentmassin rakk heldur ikki til meira enn ta einu.                                         

”De sidste dages hellige”
Teir húsamenn, sum leitaðu inn í Oyggjaframa  blivu skjótt so troyttandi, at felagið reelt fekk minst tvær diametralar fraktiónir, har onnur stórt sæð elskaði Berlinmúrin og hin meira og meira  forel-skaði seg í Mao, Ho Chi Minh og seinni í despotinum Pol Pot, sum syrgdi fyri sjáldsamari bygdar-menning í Cambodia við snøgt sagt at beina fyri øllum stórbýarfólki.

Oyggjaframi, sum eisini hevði eina relativt neutrala miðju  skifti navn og kallaði seg nú Føroyskir socialistar ella FS. Tann politiska gjógvin millum FS-veingirnar øktist so hvassliga gjøgnum 70´ini, at meginparturin av Pol Pot-liðinum við Klæminti Olsen og Jógvani Mørkøre á odda  meldaði seg út í 1977, og tey kallaðu seg so fyri Komm. Út. altso  kommunistiskir útisetar. Líka inntil tá høvdu menn kunnað barst innanhýsis um marxistiak skrivtstøð  á egnum fundum og  í  Frama-blaðnum,  men nú manglaðu útbrótararnir sítt málgagn, so teir fingu sær innivist í Oyggjaskeggja í staðin fyri. Skeggin  hevði áður verið eitt skikkiligt blað fyri vanligar ófrelstar útisetar, men nú kom heilt annað lag á. Síða fyri og síða eftir bleiv fylt við kommunistiskum citatum, sekteriskum álopum á FS´arar  og innantómum møsni um hvørjar parolur, teir kundu góðtaka á Fyrsta mei-haldi í Fælledparkini. Teir debatteraðu pannurukkandi, um tað bar til at kravspáka undir liðini á teimum ”reaktioneru” eftirverandi  FS-monnunum.

Hvat rakti tað okkum útisetar? Hví skuldu vit blandast uppí teirra sekteriska klandur? Hetta var ein herskin og strævin biti at svølgja hjá sakleysum Kjøpinhavnar-føroyingum, sum hvørki tímdu ella orkaðu at lesa teir frelstu Mao-lestrarnar hjá Klæminti &  fylgisneytum  Nógv fólk søgdu tí Oyggja-skeggja frá sær í andstygd.

Síðst í 70´unum, tá ið Pol Pot var fallin, fingu  K.Ú.-menn saman við sympatisørum heima í Føroyum  ta apokalyptisku sannføring, at tað politiska nirvana nú var at finna í Albanien, og fleiri bólkar av villum dagdroymarum fóru pílagrímsferðir til Tirana, og hóast tað tá vóru færri bilar í øllum Tirana enn í einari millionérgarasju í Norðsjællandi, so komu teir aftur og trúttaðu, at Albanien var fram-tíðarvisiónin og idealið  hjá arbeiðarafjøldini. Páll citerar teir fyri at hava verið vónsviknar av albanska gerandislívinum. Hetta er grov eftirrationalisering, tí tað viðgingu teir avgjørt ikki!  Tvørturímóti; teir skammróstu samfelagsfongslinum hjá Enver Hoxha langt aftaná, at teir vóru heimafturkomnir. Páll skrivar eisini, at  K.Ú. var eitt væl umtókt felag!!!  Náh, av hvørjum? Og hvør sigur, at felagið var populert? – Frá 70´unum minnast vit onnur annars bara, at man tókti synd í teimum og roknaði teir fyri  ein  minoritet av sekteriskum politiskum ólukkudýrum, sum intellektuelt vóru  vilst í kommunistiskum mjørkatámi.

Øll hesi banalu, men eisini basalu fakta um útisetaorrusturnar átti Páll at havt analyserað grund-igari fyri at fata, hvussu lítið samband hesir menninir høvdu við tann reella gerandisdagin á okkara planet. Hóast teir politiskt sveimaðu  við ekponentiellari ferð út í galaktiska eskapismu, so ætlaðu hesir politisku analfabetar sær heim at ”frelsa” og belæra føroyingar um politikk!!!

Føroyskir avleggarar og klichéir
Longu síðst í 60´unum vóru nakrir heilt fáir heimaføroyingar saman við heimvendum útisetum farnir at skipa fyri einari kommunistiskari  filial í Føroyum.  Men Kjartan Hoydal, sum kom heim í 70´unum vildi heldur hava eina serføroyska deild, og hon fekk tað eleganta navnið OFML. Henda deildin  bleiv maoistisk og nationalistisk  frá fyrsta degi av, kvetti heilt við Moskva og forlovaði seg við Peking beinanvegin.  Demokrati var lagt fyri hatur! Kjartan, sum ofta hevði havt tað proble-matiskt við at argumentera móti sínum egna ættarliði, treivst væl millum teir ungu bláoygdu hvølparnar í OFML, sum viljaleysir eltu hann. Óvitar, sum vraka konstruktivar autoritetir, leita sær skjótt ein nýggjan destruktivan autoritet! Hjá hesum dreingjaliði búnaðist tann groteski tankin, at teir saman við Kjartani skuldu taka valdið í Føroyum við vápnamegi, tí tann demokratiska leiðin var for strævin og langrøkin. Og sum so ofta fyrr (t.d. í 30´unum), so leitaðu hesi føroysku høsnar-høvdini sær hjálp úr Norra. Kjartan var sum aðrir reydlingar religiøst fanatiskur í sínum stríði við løgmann. Ein tesa var, at man alla tíðina skuldi søkja eftir konfrontatión! T.d. løgdu Kjartan og OFML-dreingir løgmann undir at vilja dragsa Føroyar inn í EEC, hóast Atli júst tá samráddist við Bruxelles og Kjøpinhavn um eina serstøðu fyri Føroyar. Fyri at viðka um ta lítlu sektina OFML etableraðu menn Fólkafylkingina móti EEC, men sjálvt dølskir eygleiðarar varnaðust skjótt, at fylkingin var heilt dominerað av OFML og norskum reydlingum, so her stungu hógvarnir for sjónliga undan hjá Kjartani. Men hann hevði eisini aðrar ósympatiskar dupultrollur um somu tíð. Hann var jú embætis-maður í Føroyum, men luttók kortini illoyalt og í kommunistiskum vápnavenjingum í norskum kommunistlegum við tí fantasileysa dulnevninum ”Poul”.

Hetta vita tey flestu av teimum eldru, men nú skrivar Páll í síni bók, at legan slett ikki hevði nakað militert endamál, og kommunistiska treningin var bara fimleikur og sakleyst spølni! Hetta er sera naivt av Pàlli, tí vit vita, at OFML-dreingir í síni stevnuskrá skrivaðu,  at teir droymdu um og ætlaðu eina diktatoriska valdtøku av tí føroyska samfelagnum.  Hví var legan t.d. loynilig? Eingin trýr uppá, at teir bara gjørdu meinaleysan fimleik saman við reyðum norskum kollegum. Tað stendur fast, at hesin marxistiski ”fimleikur” var lið í einum sjúkum politiskum plani. At teir so royndust sum ússaligir amatørar, fríkennir teir ikki fyri teirra søguligu og politisku ábyrgd. Og tann ábyrgdin er tung at bera. Í øðrum londum høvdu slíkir nalvungar verið mettir sum landasvíkjarar. Afturvið embætis- og kommunistaaktivitetinum fekst Kjartan eisini við dilettantiskt skaldavirksemi. Hann skrivaði tann  láturliga lættisoppa-sjónleikin, ”Færinger frænder”saman við Hans J. Debes og danska vinstrasocialistinum, Arne Skovhus. Leikurin varð spældur á Fiolteatrinum í Kjøpinhavn og var grunn og ovurnationalistisk útspilling av Danmark.  Nógvir útisetar vamlaðust við leikin, men fáir vistu, at tað eina skaldið um næstan somu tíð brynjaði seg til vápnaleik og terrorista-legur í Norra. Allarsíðstu og kanska mest schizofrenu dupultrolluna fekk Kjartan, tá ið hann beint aftaná, at hansara kæri Berlinmúrur raplaði, fór uppí oljukapitalismuna saman við Poul Mohr. Um hetta mundið var Edmundur Joensen meira socialistur enn KH, tí EJ vildi lata tað almenna stýra oljuídnaðinum, men KH slóðaði heldur vegin fyri privatkapitalistum og saboteraði ætlanina hjá Edmundi.  Fá ár frammanundan vildi Kjartan sorla alt kapitalistiskt virksemi og beina fyri  olju-feløgum saman við Eriki Sigsgaard. Hvar er tann principielli munurin millum teir vilstu Kjartans-hvølparnar í OFML og so tey í Brigade Rosso? 

Errare humanum est, sed perseverare turpe
Man skuldi trúð, at tað var eitt mark fyri, hvussu ofta og hvussu nógv fólk kunnu blamera seg og taka feil søguliga. Men reydlingar blivu við og framtúraðu í sínum mistøkum í áravís. Hesir strævnu samfelagskritikarar fingu tíbetur aldrin  sín vilja, og teir fingu heldur ikki rætt í nøkrum av sínum naivu  profetium. Alt stríðið, alt orðaskvaldrið og allur aktiviteturin hevur verið  til fánýtis! Men fyrst noyddust teir gjøgnum alla rununa og nógvan ideologiskan mjørka.  Í dag sita teir lýggir sum ”hampamenn” á ymsum rókum í tí borgarligt kapitalistiska samfelagnum, sum teir vanvirdu og vildu forkoma. Tað er ikki óinteressant, men at summir av teimum eru komnir at sita í almennum størvum sum samfelagsanalytikarar er ein provokatión móti allari sunnari fornuft! Júst á sam-felagsøkjum eru hesir menn dumpaðir og hava dokumenterað sína ómegd, sín manglandi kunnleika og sína ódugiligheit.

Hevði kanska nakað annað samfelag góðtikið, at tann fyrrv. OFML-limurin,  Herman Oskarsson, fonglast  við hagpolitiskum analysum? Hevði man funnið seg í Jógvani Mørkøre sum politiskum eygleiðara og undirvísara? Ella tí albanskt-frelsta Rana Nolsøe sum ígongdsetara? Fyri ikki at nevna tann stór-manipulerandi Kjartan Hoydal sum samfelagsmøsnara í bløðunum?

Men hóast hesir menn hava kompromitterað seg við astronomiskari dimensión, so eru teir so skammleysir, at teir kortini framvegis bjóða seg fram sum økonomisk og politisk orakul. Tað er sjáldsama ósmæðið!  Teir áttu at gingið spakuliga við hurðunum, men teir framtúra og blíva við at plága við sínum inkompetentu analysum og tvangstankum.

Tað er rættuliga barokt, at Páll hevur latið seg misbrúka til at skammrósa einum manni sum juristinum D.P. Danielsen. Tað mest originala við honum vóru tær stuttu buksurnar, sum hann tvassaði runt í á gamalsaldrinum fyri at undirstrika sín seinpubertet, meðan hann prædikaði fyri teimum OFML-disciplunum, sum tímdu at lurta eftir honum. Veit Páll slett ikki av, at DPD í síni tíð á Løgtingi var tiltikin høgravendur og ikki fór at sverma fyri kommunismu, fyrr enn nógv seinni í lívinum.

Í staðin fyri at blanda tann perifera Wurmbrand og kvinnufylkingar uppí reydlingasøguna, átti tann bagatelliserandi og næstan glorificerandi Páll heldur at havt dissikerað tær stupidu og arrogantu meldingar, sum m.a. komu frá heimvendum K.Ú.arum, og hann átti at ansa eftir, at hann ikki letur seg manipulera av reydlingunum sjálvum, ti teir siga sína vanæriligu søgu, sum allarbest.

Tað er gott, at bókin er komin, men hon treingir til sterka revisión! Størsti veikleikin við bókini er, at Páll trýr, at teir sum sjálvir hava prædikað, og teir sum sjálvir hava missionerað, og teir, sum sjálvir hava sitið á vekilsisfundunum og teir, sum sjálvir hava valt dagsins tekst kunnu vitna um sjálva sektina.

Vit kunnu gott fyrigeva teimum, at teir tóku feil og dummaðu seg ferð eftir ferð, men vit kunnu ikki fyrigeva teimum, at teir framvegis troysta sær at fuska í tí politiska fakinum.

Á kyndilsmesssu 2012
Virgar Dalsgaard   
    

SÍ FYRRA PART HER


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 04/02/2012, 13:07

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum