Ummæli: Teir studentikosu reydlingarnir

Bøkur >>

Fleiri hava longu ummælt bókina ”Tey sóu reytt” hjá Pálli Holm Johannesen, m.a hevur Bergur Djurhuus eina skilagóða umrøðu av bókini í Dimmalætting medio december. 

Eg loyvi mær kortini at supplera við nøkrum  søguligum upplýsingum, sum hvørki  Bergur ella Páll kunnu vita av,  og sum teirra  ”keldur”  hava lopið um ella dult fyri teimum, antin av berum gáloysni  ella við vilja.

Audiatur et altera pars
Bókin hjá Pálli er avgjørt skrivað við góðum vilja, men skal man gera  dokumentariskan journalistikk um so feska søgu, mugu keldurnar vera nógvar ferðir breiðari og meira umfatandi, enn hjá Pálli.  Hann hevur t.d. mest havt leysaprát  við reydlingarnar sjálvar og letur teir vera krónvitni og høvuðskeldur um teirra egna aktivitet.  Ein aðalkelda tykist vera Gunnvør Hoydal, og so verður objektiviteturin hareftir. Hetta gevur bókini, sum Bergur eisini nevnir, risastóra slagsíðu.  T.d. fær man næstan ta fatan, at Framamenn longu í 60´unum skuldu vera  ein fryktaður maktfaktorur í tí føroyska útisetalívinum  og, at teir høvdu vælvitjaðar og fjølmentar studentafundir. Hetta er faktuelt blóðskeivt.

Skal man strukturera Framasøguna kronologiskt, er tað neyðugt at skilja hvast millum tíðina fram til heystið 1968,  tá ið Atli Dam, meginfíggindin hjá framamonnum fór til Kuwait at arbeiða og gav framamonnum pláss til at anda og politiskt skotbrá til at missionera og indoktrinera tann politiskt labila skaran av studentaungdóminum. Fleiri framamenn høvdu beinleiðis  á orði, tá ið Atli var farin  úr Kjøpinhavn: ”Når katten er ude, danser musene på bordet!” 

Eg fari tí at viðgera tað fyrra skeiðið í einum parti fyri seg, meðan tann absurda tíðin aftaná 1968 má viðgerast í einum øðrum parti. Tíðin eftir 68  verður nevniliga  merkt av antiautoriterum ungdómsuppreistri og sonevndum ”hippie-kulturi” afturvið  markantum fraktiónmsdannilsi í  øllum reydlinga-umhvørvinum. Tá fóru teir næstan at berjast líka so nógv sínamillum sum  móti tí ”kapitalistiska” borgaraskapinum.

Fyrsti partur
Framamenn vóru líka frá 1962 til 1968 ein pinkulítil smákomisk kommunistisk sekt í tí føroyska studentaumhvørvinum, og tað var avgjørt ikki Framin, men  Studentafelagið, sum tá var okkara stóra fjølmenta  forum  og arena fyri politiskar hólmgongur og debattir, umframt  alskyns annan kulturellan aktivitet. Framamenn komu sjálvandi eisini við til okkara fundir, men teir høvdu  eina rættiliga  marginala rollu, sjálvt um teir viðhvørt royndu at markera seg við ekstremum sjónar-miðum. 

Atli Dam var tá  tann  politiskt mest dominerandi maðurin í útisetaheiminum, og  hann  var sam-stundis tann mest óforsónligi  mótstøðumaðurin hjá framamonnum. Ein ofta citerað teori er, at Framin varð stovnaður, tí tjóðveldismenn í Føroyum skuldu ræðast bæði fólkatingsmannin  Jóhan Nielsen og Atla, sum høvdu fingið  so stóra fólkaeydnu millum útisetar. Atli var oddamaður fyri   javnaðarfraktiónini í Studentafelagnum, og hon var tann størsta og hevði á nógvum fundum til ítriv at petta tey infantilu og fjákutu argumentini hjá framamonnum sundur í kommunistiskar molar.  

Atli plagdi at karakterisera framamenninar sum pubertilar salonkommunistar og fjarstýrdar ørindadreingir hjá DKP. Tað hóvaði teimum lítið, men teir komu í defensivin á fundum hvørja ferð. Afturfyri spældu teir raskir menn og kompenseraðu við at útgeva tað láturliga blaðið Framan, sum kanska imponeraði ella forargaði  onkran heimaføroying, men flestir útisetar hildu, at blaðið bæði var hjálparleyst, veruleikafjart  og stakilla skrivað, burtursæð frá teimum fáu stubbum, sum tann málkøni André Niclasen komponeraði.

Tá ið man veit, hvussu hvast orðaskiftið var millum okkum socialdemokratar og framamenninar, er tað fantastiskt at síggja, at Páll er komin til tað úrslit, at Óli Breckmann og Dimmalætting skuldu vera  teirra størstu fíggindar. Hetta er ein løgin eftirrationalisering, tí framamen  ræddust valla fólkaflokkin, men teir ræddust avgjørt  Atla!  Páll hevur eisini tað postulat, at fleiri javnaðarmenn vóru í Framanum. 

Gaman í, kanska hava teir billað sær inn, at teir vóru socialdemokratar, men tað góðkendi Atli aldrin; hann var forharmaður og  roknaði teir sum fráfalnar, so leingi sum  teir vóru limir av Framanum.  At so nakrir av reydlingunum seinni kvittaðu við Framan og  gjørdust limir av javnaðarflokkinum,  er eitt heilt annað mál.

Men fyri okkum var og bleiv Framin ein klika av forstokkaðum fantastum, sum forlongdu sær pubertetin við kommunistiskum spølni og fjákalótum.

Framamenn søgdu  sjálvir um javnaðarmenn, at vit vóru teirra absolutti høvuðsfíggindi, og vit fingu eisini javnan at vita, at  vit vóru  revisionistar og socialistiskir ”klassasvíkjarar”.  Hesi eyknevni høvdu teir tó ikki tikið úr egnum barmi; hetta var plagiat og  teir klassisku fótatraðks-flosklarnir, sum teir  vórðu mataðir við hjá  DKP og  teirra einoygda málgagni, ”Land og folk”.

Tað, sum eyðkendi flestu framamenn,  var, at teir næstan aldrin gjørdu sær egnar tankar; men  gloyptu øllum harraboðum úr Kreml.  Vit høvdu nógvar verbalar samanbrestir við reydlingarnar, bæði í smáum bólkum, á matstovum, á vertshúsum og sjálvandi á størri fundum, og felags-nevnarin var altíð tann, at teir vórðu trongdir upp í ein krók og barnsliga trúttandi bóru í bøtuflaka fyri bæði sovjettiskan, cubanskan og kinesiskan yvirgang, uttan nøkur onnur argument enn, at teir høvdu patenterað sannleikan ella, at vit brúktu CIA og Washington sum keldur. Teir dugdu og vildu ikki síggja, at vit hvørki vildu vita av einum sovjettiskum ella einum amerikonskum sannleika, men heldur lurtaðu eftir Olof Palme, Willy Brandt og øðrum, sum kendu ta triðju leiðina.  Endiliga vóru hópin av neutralum europeiskum tíðindakeldum at oysa úr.  Hesar ignoreraðu reydlingarnir.

Forstokkaðir betongdreingir
Brot úr tí banalu hendinga-rúgvuni kann eg nevna hesi dømi, sum kunnu dokumentera, hvussu heilavaskaðir, teir vóru ella lótust at vera:

Teir leikaðu í um VietNam-kríggið næstan sum um,  teir vóru teir einastu, sum andøvdu ímóti, og vildu ikki viðurkenna, at størsti og mest effektivi kritikarin móti VietNamkrígnum ikki  var nakar kommunistur, men javnaðarmaðurin, Olof Palme.

Og sjálvt um  vit alsamt fingu tíðindi um dagligt nervakríggj og surrealistiskar tilburðir við Berlinmúrin, fyri ikki at tosa um  jólamorðini í 1963 og 1965, umframt alskyns chikanu av vesturberlinarum, so trúttaðu teir flestu reydlingarnir, at Berlinmúrurin var eitt politiskt bragd!  Heiðursmannin og javnaðarmannin Willy Brandt brúktu teir alskyns ókvæmisorð um, tí hann ikki vildi lúta fyri kommunistiskum trýsti. 

Hóast óhugnaligar rættargongdir móti skrivandi russarum sum Alexander Ginsburg, Andrej Sinjavskij og Julij Daniel, so sótu framamenn dagliga á Kannibalinum og fortaldu, at slíkir skribentar høvdu uppiborið langa fongsulsrevsing. T.d. skrivaði Sinjavskij um Kolyma, sum var minst líka so fúl fangalega sum koncentratiónslegan, Dachau.  Felagsskapin Amnesty International løgdu framamenn fyri svíðandi hatur og agiteraðu  hysteriskt fyri boykotti av felagnum, tí A.I. vildi hjálpa politiskum fangum í Sovjet-ruslandi.  Systemkritikarin og atomfysikarin, Sacharov var systematiskt svínaður út av  Framamonnum, tí hann loyvdi sær at mótmæla ørskapinum í Sovjetsamveldinum. Solzenitsjin var álopin av reydlingunum fyri avdúkingarnar av Gulag-fangalegunum. Harafturímóti hildu fleiri reydlingar, at teir kinesisku reyðgardistarnar, sum saboteraðu alla universitetsundir-vísing og gamla kinesiska mentan í áravís, vóru maoistiskar hetjur, sum av røttum beindu fyri leivdunum frá  tí borgarliga samfelagnum.

Tá ið tanks rullaðu inn í Prag í august 1968 vóru onkrir reydlingar eitt sindur fjálturskotnir eina stutta tíð, men skjótt kundu teir mest dogmatisku fanatikararnir fortelja okkum, at invasiónin var ein neyðug og tiltrongd  ”hjálp” til tað tjekkiska fólkið. Her leggur Páll Johannesen André Niclasen undir at vera kompromisleysan í tí málinum.  Tað  er løgið, tí eg minnist  væl fundir í Kjøpinhavn á heysti 1968, har júst André fekst at viðganga, at invasiónin var ein skemdargerð. Hetta fingust nógvir av hinum dogmatikarunum ikki til! So her er Páll heldur ikki rætt informeraður!

Síðst í 60´unum fóru reydlingarnir Guð hjálpi okkum at verja og vísa stórt forstáilsi fyri bæði Brigade Rosso í Italien og Rote Armé  í Týsklandi. Hesir báðir terrorbandar vórðu júst stovnaðir av vælbjargaðum miðalklassaungdómi, sum keddi seg og vildi spæla socialismu. Teirra barndómur líktist ikki sørt tí lýggja og sorgleysa uppvøkstrinum hjá mongum framamanni (Ger skálkinum gott, hann lønar tær við háð og spott). 

Postulatið hjá Pálli, at flestir reydlingar seinni eru blivnir javnaðarmenn, kann eg ikki góðtaka:

Kjartan, Gunnar og Gunnvør Hoydal eru tað avgjørt ikki. Hans Jacob Debes var tað ikki. Georg Egholm heldur ikki. Líggjas í Bø er beinleiðis javnaðarfíggindi.

Men øll hesi fólk vóru plágaði av kolossalari undirlutakenslu,  sum tey kompenseraðu fyri við nationalistiskari megalomani, sjálvt um teirra týdningur ikki var nógv størri enn hjá tí hananum, sum heldur, at sólin kemur upp, tí hann gelur! 

Tey goyðu dúgliga undir vaðingini og  millum skinns og hold, men sluppu ongantíð politiskt ordiliga upp í part. Harumframt vóru tey allatíðina illa camoufleraði tjóðveldisfólk!

Í øðrum parti fari eg at viðgera tíðina frá heysti 1968 til Berlinmúrurin dettur í 1989. Ein stóran part av tí tíðarskeiðinum var Atli, teirra fyrrverandi meginfíggindi,  blivin løgmaður heima í Føroyum. Tað var ein herviliga eksistentiel avbjóðing hjá teimum, men ein heilt onnur søga, sum vit koma aftur til í einum seinni blaði.

Virgar T. Dalsgaard


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 20/01/2012, 12:25

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum