Vælkomin í skúla!

Lesarin skrivar >>

Harmiligt er tað, at námsfrøðingar mugu í verkfall fyri at verða vird - men upp aftur harmiligari er tað, at tað fyri summi nústaðni nú verður kunnugt, hvussu týðandi hesin fakbólkur kann vera innan skúlans gátt.

Innskriving hevur júst verið, og tað er við gleði, at nýggir næmingar verða bodnir vælkomnir í skúlan. Tíbetur hevur lítil skúli lætt samskifti við komandi næmingarnar, og lætt er at fyrireika skúlavitjanir, meðan bíðað verður eftir skipaðum viðurskiftum í gongdini inn í innskúlingarpartin.

Nólsoyar skúli hevði sera gott og mennandi samstarv við námsfrøðing skúlaárini 2009/2010 og 2010/2011. Tíanverri broyttust umstøðurnar hetta skúlaárið, soleiðis at tímar ikki strektu til at fáa námsfrøðingar at søkja starv í skúlanum.

Eins og við verkfallinum, ið nú hevur við sær, at nógv frætta um námsfrøðiliga týdningin, so hevur hetta skúlaárið reiðiliga mint næmingar, foreldur og starvsfólk á vinningin í tvørfakliga samstarvinum - og harvið stóra missin okkum er fyri. Talan er ikki bert um at stuðla nýggju næmingunum, men eisini at tryggja øðrum stuðul, tá ið á stendur.

Tó at avvarandi myndugleikar eru kunnaðir um støðuna eins væl teir eru kunnaðir um nógvar "síðu-vinningarnar", so er tað heilt ómetaliga tungt at fáa hendur á neyðuga tímatalinum, soleiðis at námsfrøðingur starvast á jøvnum føti við læraran innan skúlans gátt. Ivasamt er hvør orðing skal til, soleiðis at skilligt er, at tvørfakliga samstarvið á jøvnum føti er "win-win"-støða.

Vónandi hevur hetta verkfallið við sær, at fyrireikingartíðin eisini verður vird hjá námsfrøðingunum, ið starvast innan skúlans gátt. Tó at námsfrøðingurin ikki stendur fyri undirvísingini, hevur námsfrøðingurin alstóran týdning, bæði tá ið talan er um inklusión og eksklusión - fyri næmingin við stuðulstímum, eins væl og týdning fyri hinar næmingarnar í flokkinum/bólkinum.

"Skúlin fyri øll". "Smáir skúlar eru dýrir". "400 næmingar eru kannaðir". "Játtanin til serøkið er ov lítil". ...nógv hugtøk verða slongd út, tá ið fólkaskúlin verður umrøddur - serliga, um fólk, ið ikki hava beinleiðis tilknýti til skúlan, taka orðið. Eingin orðing einsamøll lýsir avbjóðingarnar innan skúlans gátt - tí ein áseting er: Undirvísingin skal vera næmingalagað!

Góðu næmingar og foreldur. Væl komin í skúla! Vónin er, at samfelag okkara skilir týdningin, tørvin og vinningin, við at námsfrøðingar og lærarar samstarva tvørfakliga um næmingarnar, soleiðis at eisini næmingunum við stuðulstørvi verður tryggjað næmingalagað undirvísing! P.s. hetta krevur samstarv og fyrireiking!

Jákup av Skarði
Fyrstilærari í Nólsoyar skúla


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 06/02/2012, 23:24

|





Aftur



Hvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai

Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra


Heilsuhjálpari til Vágar

Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast


Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum