Normalt plagi eg ikki at kommentera kjallaraviðmerkingar, men ein kommentator, harra D. J. Jacobsen hevur uppiborið eitt svar, tí hann vísir á tvey faktuell mál, og aðrari viðmerkingini hevur hann helst rætt, meðan hann heilt mistekur seg í hinari. Ad 1) Tað fyrsta er, at hann sigur meg ikki skilja nóg hvast millum OFML og so kommunistaflokkin, og tað er rætt, at tær báðar fraktiónirnar vóru formelt ymiskar, men tað vóru avgjørt ikki vatntøtt skott ímillum, og fleiri vóru Tordenskjolds soldatar, men eg havi eisini ofta havt strævið við at skilja millum kringlumeinigheitina og pinsameingheitina, tí har vóru nógvir, sum líka sum hjá marxistunum slongdust ímillum. Men eg eri altíð fegin um rættleiðingar. Ad 2) At D.P. Danielsen ikki var høgravendur, meðan hann saman við Hanusi Høgadalsá umboðaði Tjódveldisflokkin, verdur ringt at prógva, tí bæði J.H. Danbjørg og Petur Mohr Dam stríddust fyri at fáa teir at arbeiða fyri at varðveita t.d.Landshandilin og fyri hjálp til neyðstøddar arbeiðararfyritøkur, men bæði DPD og Hanus við Høgadalsá valdu at sorla hesi sosialistisku tiltøk við hjálp frá Fólka- og Sambandsflokkinum. Hetta minnist eg væl, men tað ger kommentatorurin ikki! Bæði Villi Sørensen og aðrir av mínum partamonnum roknaðu tí DPD fyri at vera ekstremt høgraorienteraðan, sum eisini teir flestu tjóðveldismenn reelt vóru. At teir so seinni sum opportunistar fóru at fríggja við Fiskimannafelagnum og gjørdust "oh, so sosialir" er eitt heilt annað mál, sum hevur við taktikk at gera. Men tøkk fyri at eg fekk høvi til at fortelja um, hvussu kyniskt tjóðveldisflokkurin svavdi Landshandilin á tingi. Hann var annars hjá smáfólki tann mest prísnivellerandi mekanisma, sum vit høvdu í Føroyum. Virgar T. Dalsgaard Les eisini: Ummæli: Ætlaðu eina diktatoriska valdtøku av tí føroyska samfelagnum Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturHvítusunnustevna í Libanon 25-28 mai
Talarin á stevnuni verður Peter Tkaczyk, sum er ein kanadiari, ið býr í Norra Heilsuhjálpari til Vágar
Søkt verður eftir heilsuhjálpara, at arbeiða í skiftandi vaktum, í starvsbrøki 28/40, at byrja 01. juli 2012 ella sum skjótast Frítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|